Truckarar til Nordic Trophy

Føroyskir truckarar fara í august til størsta truckerfestivalin í Skandinavia.

Í sambandi við størsta truckerfestivalin í Skandinavia, Nordic Trophy, sum verður í Linkjøping í Svøríki í døgunum frá 28.-29. august skipar Trucker.fo fyri eini ferð úr Føroyum frá 27. til 30. august.


Flogið verður úr Vágum hósdagin 27. august kl. 08.15 til Kastrup. Síðan verður koyrt við bussi til Linkjøping, har festivalurin er. Gist verður á Quality Hotel Ekoxen í 3 nætur. Heimferðin verður aftur úr Kastrup sunnudagin 30. august kl. 19. Ferðin verður løgd til rættis av ferðaskrivstovuni Fonn Flog í Klaksvík.


Tekning fer fram hjá fyriskiparunum av føroyska Trucker Festivalinum Leif Eliasen ella Hugo Skorastein. Meira upplýsingar á: www.trucker.fo