Trúboðaraskip verður hotell

Doulos, sum var eitt av skipunum, sum Logos Hope, okkara Norrøna, avloysti, verður nú hotell.

Ætlanirnar at umbyggja Doulos til eitt hotell halda fram. Eftir ætlan skal skipið setast á turt á indonesisku oynni Bintan, sum liggur í Singaporestrætinum, yvir av Singapore.

 

Um vikuskiftið vóru stórar ketur festar á skipið, sum síðani skal hálast á risastórum luftpútum upp á turt. Væntandi tekur tað tvær vikur, innan skipið er komið upp á pláss.

 

Doulos hevur ligið á eini skipasmiðju í Indonesia, har stórar umbyggingar eru gjørdar umborð.

 

Skipið skal hýsa 100 hotellkømurum, tá tað er liðugt umbygt.

 

Doulos varð bygt í 1914 sum SS Medina, fyri Mallory Steamship Company og sigldi á eysturstrond amerika niður í meksikanska flógvan. Undir øðrum heimsbardaga var hon í tænastu hjá amerikansku sjóverjuni. Eftir annan heimsbardaga varð hon fyrst og fremst nýtt sum ferðamannaskip í mið- og suðuramerika, fyrst undir navninum SS Roma og síðani MV Franca C.

 

Skipið var upprunliga bygt sum dampskip, men fekk dieselmotor í 1952 og fór tá undir at sigla ferðafólk úr Italia til Argentina. Seinni gjørdist hon cruiseskip í Miðjarðarhavinum.

 

Í 1977 keypti trúboðarafelagsskapurin Operation Mobilization skipið. Operation Mobilization er sami felagsskapur, sum keypti Norrønu, ið nú eitur Logos Hope. Undir Operation Mobilization varð skipið millum annað nýtt sum flótandi bókasøla. 21,4 milliónir fólk vitjaði Doulos, sum sigldi 358.121 sjómíl, og vitjaði 603 havnir í 104 londum. Inntil skipið fór úr flotanum í 2009 var tað heimsins elsta ferðamannaskip.

 

Nú skipið verður umbygt, skulu tvær matstovur vera umborð, ið hava rúm fyri 250 fólkum hvør. Umborð skulu eisini vera ein kafé, ein vín og djúsbarr, ein bókasøla, eitt veitsluhøli, fundarhøli, ein bíbliuskúli og eitt sjóvinnusavn.