Fyri 10 árum síđani heiđrađu nærum 1000 fólk Hanus G Johansen í Badmintonhøllini í Klaksvík.
15.januar í ár varð hann heiđrađur av Jenis av Rana, Mentamálaráðharra.
Í kvøld kl 21 spælir Hanus G fleiri av best umtóktu løgum sínum í Spaniastovu.
Í samband við konsertina verður eisini ein forkunnug samrøða. Í samrøðuni, sum Rudolf Joensen hevur við Hanus G. , verður komið inn á eitt lítið umtala tíðarskeið í tónleikalívinum Hanusar. Talan verður um tíðarskeiðið 1963-73, tá tónleikarin við tí bergtakandi røddini tekur skap og myndast.
Síðani hevur hann ríkað føroyskt mentanarlív. Somuleiðis hevur hann verið ein góður føroyskur tónleikaligur ambasadørur í øllum teimum skandinavisku londunum.
##med1##
##med2##