Tveir trubadurar spæla í Manhattan hetta vikuskiftið. Báðir eru ungir, men royndir í fakinum, so alt bendir á at tað verður gott lív í. Fríggjadagin spælir klaksvíkingurin Mannbjørn Antoniussen.
Hann hevur spælt nógv í barrunum í Klaksvík, og herfyri royndi hann seg í Manhattan. Tað riggaði avbera væl.
Høgni Reistrup, sum gav fløgu út síðsta ár, hevur ikki gjørt nógv um seg higartil í ár. Men leygarkvøldið spælir hann í Manhattan. Við sær í skjáttuni hevur hann ein gittar, eina munnharmoniku og bæði síni egnu og nøkur kend útlendsk løg.










