Troyttur av spurningum um pápan

19 ára gamli Mads Laudrup, sum er sonur Michael Laudrup, er troyttur av spurningum um pápa sín.

- Eg havi verið samanlíknaður við pápa mín, síðani eg dugdi at ganga, og eg veit, at hvørja ferð onkur journalistur tosar við meg, so kemur ein spurningur um pápa. Heilt erligt, so eri eg troyttur av tí, sigur Mads Laudrup við eitt russiskt blað, sum eisini hevur roynt at spyrja hann um Michael Laudrup.