HANDILSLÌV
Í eina tíð hevur tógvhandilin Igloo verið lýstur til sølu. Bæði handil, heilsøla og hús eru lýst til sølu. Handilin heldur til í Sverrisgøtu 19. Har hevur handilin húsast, síðani húsini vórðu keypt fyri átta árum síðani.
Tað er Thordur Thorsteinsson, sum er leiðari fyri tógvhandiling, og tað er eisini hann, ið hevur tikið støðu til at selja húsini og handilin.
?Nú havi eg gjørt hetta so leingi, og eg eri vorðin troyttur av handilslívinum, sigur Thordur Thorsteinsson.
Handilin hevur borið seg, og Thordur undirstrikar, at tað ikki er av hesari orsøk, at hann gevst í vinnuni.
Tógvhandilin Igloo hevur 25 ár á baki. Thordur er sjálvur næsta ættarlið. Tað var mamma hansara Marita Hentze Thorsteinsson, sum byrjaði at selja tógv fyri 25 árum síðani. Síðani tá hevur handilin skift bústað nakrar ferðir. Fyri góðum átta árum síðani flutti handilin í hølinum í Sverrisgøtu.
Til Norra
Nú Thordur gevst til at fáa við tógv, so veit hann ikki rættiliga, hvat fyri avbjóðing bíðar eftir honum í framtíðini.
?Eg havi ikki tikið støðu til nakað enn. Eg havi fingið okkurt tilboð úr Norra, so tað kann gott henda seg, at eg leggi leiðina av landinum, sigur Thordur Thorsteinsson.
Hann hevur merkt eitt sindur av áhugi fyri at keypa handilin. Nøkur fólk hava spurt seg fyri. Thordur hevur góðar vónir at selja handilin til ein ágrýtnan keypara.
98%
Í sínum dagliga starvi er tað mest konufólk, ið Thordur Thorsteinsson hevur sum viðskiftafólk. Hann roknar við, at eini 98% av viðskiftafólkunum eru konufólk.
?Tað eru fleiri menn, ið bæði duga at binda og brodera, men konurnar eru í yvirtali, sigur Thordur Thorsteinsson.
Útlitini fyri ein tógvhandil heldur Thordur vera góð.
?Ì Føroyum vil tað altíð vera ein eftirspurningur eftir tógvi, sigur hann.
Thordur hugsar ikki, at tað hava verið so øgiliga stórar broytingar hesi árini, hann hevur staðið á odda fyri tí eina av tógvhandlunum í høvuðsstaðnum. Hjá Igloo hava tey lagt seg eftir bert at selja føroyskt, eftir at tey hava roynt seg við eitt nú norskum áður. Thordur sigur at enda, at áhugin fyri lidnum vørum kanska er broyttur nakað seinnu árini.









