Tíðliga í seinna hálvleiki hevði Christian L. Holst ein risa møguleika at java til 2-2, eftir frálíka avlevering frá Atla Gregersen eftir fríspark.
– Nú eri eg troyttur av at burturforklára hví bólturin ikki fer í mál, sigur ein vónbrotin Christian L. Holst eftir dystin.
– Eg fekk eina góða sending frá Atla Gregersen og royndi at lyfta bóltin uppum málverjan og í mál. Eg helt faktist at eg var longri úti enn eg var og tí fór bólturin eisini væl omanfyri, sigur Christian L. Holst.
Framherjin spældi sum altíð ein yvir miðal dyst og hevði fleiri góðar løtur í dystinum. Millum annað legði hann upp til málið, ið Fróði Benjaminsen skoraði.
– Eg fekk bóltin inni á teirra hálvu og sá at Fróði Benjaminsen var farin og hevði nógv pláss. So eg lyfti bara bóltin fram til hann, sigur Christian L. Holst.
Hann leggur afturat, at hann er væl nøgdur við avrikið hjá føroyska landsliðnum.