Troyttir av spaghetti

Danska hondbóltslandsliðið, sum í løtuni er í Eysturríki til EM-endaspælið, fór av hotelli sínum ,tá døgurði stóð á skránni í gjár. Sporten.dk skrivar, at Wilbek og hansara menn ikki longur tímdu at eta døgurðan, sum hvønn dag hevur verið Spaghetti og kjøtsós. – Tað hevur tað verið á døgurða, til millummála og til nátturða, og nú vilja vit altso royna okkurt annað, sigur Ulrik Wilbek við sporten.dk.