Valfundur
Tað skuldi vera tað heilt stóra. Veljarafundurin sunnukvøldið, ið varð varpaður í hvørt heim í Føroyum. Bæði Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya sendu beinleiðis, og flokkarnir høvdu teirra bestu fólk til staðar. Eingin ivi skuldi vera um, at hetta var eitt avgerandi slag. Tað byrjaði eisini rættiliga áhugavert. Fólk vóru eisini trúgv at møta upp, og stóra høllin í Norðurlandahúsinum var stúgvandi full, eins og at kalla allar Føroyar sótu við skíggjan ella við útvarpstólið.
Loysing v Samband
Høvuðstemaið til hetta valið hevur verið loysing og samband, og tað var eisini tað, ið merkti innleiðandi formansrunduna. Tað er ofta hendan, sum setir frámerki, har byrjast skal og kjakið fylgir hesari slóðini.
Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum, lat ongan ivi vera um, hvat hjartamálið hjá Sambandsflokkinum er. Ríkisfelagsskapurin varð einaferð settur í fremstu røð og staðfestur sum borganin ? sambært Sambandsflokkinum ? fyri einum liviligum vælferðarsamfelagi í Føroyum.
Høgni Hoydal smæddist so avgjørt ikki burtur í fyrstu rundini. Hann nýtti ógvuliga smidliga vendingar og slap ómetaliga væl frá sínari røðu. Hegnisliga bar hann eina lítla heilsan til hvørt valdømið við minnum um framburð.
Jenis av Rana og Miðflokkurin seta teirra álit á Gud í øllum spurningum, og tað var eisini hetta sama, ið eyðkenti taluna hjá formanni floksins. Miðflokkurin tvíheldur um eina leið, sum mest av øllum er grundað á skriftstøð. Hann segði einki um hvørki loysing ella samband.
Løgmaður Anfinn Kallsberg tosaði í ógvuliga rundum setningum og tosaði mest um framburðin ? sambært honum ? seinastu árini. Hann tók ikki ríkisrættarliga spurningin upp á tungu. Ein spurningur, ið samgongan undir hansara leiðslu, hevur sett sum sítt fremsta mál.
Jóannes Eidesgaard talaði sum hann plagar til breiðu fjøldina. Ivast nakað áðrenn, so var tað eingin ivi aftaná, at Jóannes hevði sagt í sínum fyrstu tríggjar minuttinar. Javnaðarflokkurin er eingin loysingarflokkur. Tvørturímóti virkaði formaður floksins hetta kvøldið mestsum eins nógv sum verji fyri Ríkisfelagsskapin sum forkvinna Sambandsfloksins.
Teir fyrstu tríggjar minuttir hjá sær nýtti Eyðun Elttør til at tosa breitt. Hóast restin av fundinum gjørdist ein stór láturbylgja frá formanni Sjálvstýrisfloksins, so megnaði hann at halda ? eitt sindur ? av látrinum aftur teir fyrstu minuttirnar. Hann tosaði ógvuliga breitt, og tað tú hyggur at, segði hann ikki nógv um nakað, men tað var hann heldur ikki einsamallur um at gera.
Drúgt
Tá tað er sagt um formansrundina, so gekk ikki beinleiðis framá við fundinum. Stevið gjørdist støðugt tyngri og tyngri, og fundurin misti skjótt tann brodd, ið vit kenna frá tílíkum fundum frá árum frammanundan.
Longdin á fundinum tóktist at gerast óendalig, og kjakið misti skjótt mettandi eginleikan í fjøldini, har stólarnir ? í øllum førum í Norðurlandahúsinum ? gjørdust tungir at sita á.
Fundurin vardi í langar tríggjar tímar, og tað vóru fleiri, ið hildu hetta vera í so leingi. Hevði tað ikki verið fyri konstanta látrinum frá Eyðuni Elttør, so hevði verið so liviligt í salinum.
Fimm evni vóru tikin fram, og hetta var kanska eisini eitt evni ella tvey ov nógv.
Fleiri av framsøgufólkinum, ið høvdu hálvannan minutt, kendu ikki so nógvan frið á sær, soleiðis at fóru heilt frá evninum og persónligar agitatión talur vóru veruleiki.
Ikki tí. Onkur av framsøgurøðunum hevði hampuligt stev og ítøkilig orð. Fleiri av røðunum um mentanarpartin vóru heilt hampulig góðar, men tað kann so avgjørt ikki sigast tað sama um allar av framsøgurøðunum.
Flestu áskoðarnir í salinum høvdu óivað longu avgjørt, hvar krossurin skuldi setast, og fleiri vóru at rokna sum vanliga viðhaldsfólk og tey góvu eisini til kennar.
Fleiri av teimum kendu innanhýsis bardøgum vórðu heldur ikki til veruleika hetta kvøldið.
Fundurin gjørdist ógvuliga drúgvur, og hetta kostaði fyri tiltakið, sum er eitt gott hugskot. Eisini kostaði tað óivað soleiðis, at atkvøðurnar ikki í stóran mun skiftu hendur.










