Politikkur er ikki ein spurningur um kyn. Tað er ein spurningur um at hava eina brennandi visjón.
Tað heldur Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship.
Á Fólkafundinum í Klaksvík um vikuskiftið varð hon biðin um at siga sína meining um javnstøðu í politikki.
Men fyri at vera púra ærlig, gjørdi púra greitt, at hon er ”so æviga troytt” av at kjakast um hetta.
- Eg haldi, at tað er sjálvsagt, at tey, sum vilja upp í politikk, bjóða seg fram, bæði kvinnur og menn.
- Eg haldi, at tað er ógvuliga álvarsamt at vera politikari og tað er ikki ein spurningur um kyn.
- At bjóða seg fram at vera politikari, er at bjóða seg fram at skapa karmar fyri, hvussu øll vit onnur liva og virka, bæði privat og í vinnulívi, skúlaverki, heilsuverki og alla aðrastaðni.
Jóhanna á Bergi sigur, at onkuntíð saknar hon álvaran í hjá teimum, sum bjóða seg fram í.
- Ein politikari skal hava eina brennandi visjón og eitt brennandi ynski um at smíða lógir, sum menna hetta samfelagið og gera tað gott at liva og virka í.
Men tað saknar hon so hjartaliga.
Hon heldur, at tey, áðrenn nakar so mikið, sum slettur at stilla upp í politikki, skuldu tey verðið tráðspurd um, hvørjar ætlanir tey hava á ymskum økjum í samfelagnum.
- Tað er ein nógv størri spurningur.
Og Jóhanna á Bergi sær ikki meiningina í at halda á at kjakast um javnstøðu í politikki, tí sjálv hoyrir hon til eitt ættarlið av kvinnum, har tað er sjálvsagt at taka lut.
Hon heldur, at tað er størri meining í royna at ávirka hugburðin og mentan.
Hon heldur eisini, at tær kvinnur, sum eru frammi, eiga at ganga undan sum góðar fyrimyndir.
- Tað má koma innan ífrá, tí vit eru eitt fólkaræði, sum byggir á virðing og valdsbýti, sigur Jóhanna á Bergi.