Trotið á arbeiðsmegi er størsta avbjóðingin

Tey næstu árini verður stórt trot á arbeiðsmegi í Danmark, og tað er tann størsta avbjóðingin hjá samfelagnum, segði Anders Fogh Rasmussen í setanarrøðu síni fyrrapartin Í røðuni nevndi Anders Fogh Rasmussen, at í vár vóru 58.000 ósett størv í teirri privatu vinnuni í Danmark. Harafturat eru nógv almenn størv ósett.

Forsætisráðharrin segði, at uppgávan at útvega ta neyðugu arbeiðsmegina er tann størsta avbjóðingin hjá stjórnini og Fólkatinginum.

Hann segði, at stjórnin hevur lagt eina ætlan um at útvega meiri arbeiðsmegi. Ein partur av loysnini er at fáa fólk at verða verandi á arbeiðsmarknaðinum, og í tí sambandi ætlar stjórnin at geva teimum, sum eru farin um tey 64, ein serligan skattafyrimun.

Forsætisráðharrin ásannaði, at tað verður eisini neyðugt at fáa meiri útlendska arbeiðsmegi til Danmarkar.