Næsti leikur hjá Tjóðpalli Føroya er ein søga um at fara av knóranum av berum kleyvarskapi. Tey, sum eiga ?Kirsiberjagarðin?, vilja ikki hoyra sannleikanum um oyðsl. Nei,tað er ikki bara í fíggjarheiminum at alt fer á heysin. Næsti leikur hjá Tjóðpalli Føroya er ein søga um at fara av knóranum av berum kleyvarskapi. Tey, sum eiga ?Kirsiberjagarðin?, vilja ikki hoyra sannleikan, men halda bara fram at oyðsla sum um eingin dagur var í morgin. Forbrúkið bara økist, eingin vil síggja sannleikan í eyguni fyrrenn tað er ov seint, og tá yvirtøkan kemur er tað onkur annar sum hevur skyldina.
Ljóðar hetta kent? Merkiligt, tí sjónleikurin ?Kirsiberjagarðurin? sum verður frumsýndur 23. oktober á Tjóðpallinum, er skrivaður í 1904! Rithøvundin, Anton Tjekhov skrivaði leikin.
Leikstjórin, Guðjón Pedersen, setti upp ?Aftaná Undrið? eftir Jóanes Nielsen í fjør. Eisini tá gjørdi Elin Edda Árnadóttir búnar, og afturat teimum er komin Finnur Arnar Arnarson sum ger pallmyndina. Árni Baldvinsson stendur fyri ljósið og André Niclasen hevur týtt leikin úr russiskum.
Ikki færri enn tólv leikarar eru við, og verður hetta sostatt størsta uppseting higartil á Gamla Meiarínum. Leikarar eru Birita Mohr, Barbara Christophersen, Katarina Nolsøe, Súsanna Tórgarð, Mariann Hansen, Bárður Persson, Hans Tórgarð, Páll Danielsen, Egi Dam, Kári Øster, Hjálmar E. Dam og Kjartan Hansen, ið hevur nomið sær sjónleikaraútbúgving í Luleå í Svøríki og leikar fyrstu ferð á Tjóðpallinum.
Frumsýningin verður 23. oktober á Gamla Meiaríi í Tórsgøtu.