Trot á tyrlum kring heimin

Tað vísir seg, at tað eru alt ov fáar tyrlur til hjálpar- og bjargingararbeiði, og í løtuni leita bæði ES og NATO eftir tyrlum til hesi endamál. Ein orsøk er, at tørvurin á tyrlum til ymisk hjálpar- og friðararbeiði er vaksin nógv tey seinastu árini, og úrslitið er, at í dag er tað at kalla vónleyst at finna nakra tyrlu, sum er til leigu. Eitt annað er, at tyrlur skulu til eftirlit ella umvælast rættiliga ofta, og sambært tíðarritinum Jane's Defence Weekly er neyðugt at hava millum 24 og 32 tyrlur tøkar, um átta skulu vera í vinnu alla tíðina. Ein vansi er eisini, at tað krevur lutfalsliga nógv fólk at halda ein tyrluflota við líka, skrivar tað viðurkenda tíðarritið.