65 fólk á flakavirkinum hjá A. Espersen í Rønne á Bornholm hava fingið at vita, at einki arbeiði er til teirra har longur, tí virkið fær ikki nóg mikið av toski. Klaus Nielsen, stjóri, sigur við JydskeVestkysten, at tey seinastu árini hevur virkið verið noytt at innflyta meiri og meiri fisk, tí toskakvotan í Eystrasalti er so nógv minkað. Nú fær virkið so lítið av toski, at tað hevur einki annað í at velja enn at koyra ein part av fólkinum til hús, sigur hann.
Sambært Jydske Vestkysten eru framtíðarvónirnar á flakavirkjunum við vesturjútsku strondina heldur ikki tær bestu. Formaðurin í fiskivinnudeildini hjá danska ídnaðarfelagnum, Jens Tellefsen í Hanstholm, sigur við blaðið, at virkini fara helst fáa nóg mikið av toski, til toskakvotan í Norðsjónum verður uppfiskað eina ferð í desember.
Hvussu verður næsta ár, er óvist enn. Í hvussu er eru útlitini ikki tey bestu, skrivar JydskeVestkysten.
ICES hevur mælt til at banna allari toskaveiði í Norðsjónum næsta ár, tí stovnurin er so illa fyri, men danski matvørumálaráðharrin, Mariann Fischer Boel, hevur sagt, at talan verður ikki um fullkomið veiðibann.