Trot á konufólki fer at avtofta Føroyar

Í dag búgva 2000 fleiri mannfólk í Føroyum enn tað búgva konufólk. - Men landspolitiskt valdar tíverri tøgn um hesi viðurskifti og politiski myndugleikin hevur ikki givið nakra sum helst ábending um, at vilji er til at raðfesta spurningin um kvinnuundirskotið í føroyska samfelagnum, staðfestir Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini, nú á altjóða kvinnudegnum í dag tann 8. mars.

Hon heldur, at tað er í tøkum tíma, at hol verður sett á eitt miðvíst arbeiði fyri at finna útav, hvussu til ber at koma hesum trupulleika til lívs.

- Hetta er ein samansettur spurningur, sum onga einfalda loysn hevur. Men halda landspolitikarar fram at seta kikaran fyri blinda eyga, hvørvur trupulleikin við kvinnuundirskoti ikki, tí ein møgulig loysn krevur politiskan áhuga og vilja til loysnir umframt íløgur.

Sjálv heldur hon, at Løgmaður ella landsstýrismaðurin við javnstøðumálum eiga alt fyri eitt at taka stig til eitt miðvíst útgreinandi arbeiði, har trupulleikin við kvinnuundirskoti verður gjølla viðgjørdur, og har komið verður fram til nakrar brúkiligar loysnir, ikki einans á pappírinum men eisini í verki.

Í hesum sambandi heldur hon, at tað er neyðugt at skapa eitt fjølbroyttari vinnulív og at bøta um javnstøðuna í politikki.

Í hesum sambandi nevnir hon sniðgeving, har eitt nýtt ættarlið av kvinnum hevur gandað tey vakrastu pløggini burtur úr siðbundnum føroyskum tilfari sum ull og skinnum.

- Ein annar viðkomandi spurningur er, hvussu vit fáa økta javnstøðu, har politiskar avgerðir verða tiknar og tí eigur kynskvotering í politikki nú av álvara at verða umhugsað.

Hon staðfestir, at heldur hetta atgerðarloysi fram, fáa vit eitt enn størri kvinnuundirskot, og tað fer at avtofta Føroyar í longdini.

- Hesi útlit eru ikki freistandi, hvørki fyri undirumboðaða ella fyri yvirumboðaða kynið, sigur Kristianna Winther Poulsen.