Tøl hjá størsta danska bankanum, Danske Bank, vísa, at danskar fyritøkur kappast um at fáa fatur á arbeiðsmegi, og at 30.000 leys størv skulu setast beinanvegin. Samanborið við í fjør er talið á lýsingum eftir fólki umleið 20 prosent størri í ár, og tað er sambært Børsen tekin um framburð í vinnuni og minkandi arbeiðsloysi.
Men trot á arbeiðsmegi kann forða framburðinum, sigur tjóðbankastjórin, Bodil Nyboe Andersen, og hon heldur tí, at tað er neyðugt við nýskipanum á arbeiðsmarknaðinum beinanvegin.
Bodil Nyboe Andersen og leiðslan í Danske Bank eru á einum máli um, at vandi er fyri fløskuhálsum á arbeiðsmarknaðinum, skrivar Børsen.









