Trot á handverkaralærlingum

Trot er á handverkarum í Føroyum í einamest byggivinnuni, tí so nógvir føroyskir handverkarar starvast uttanlands – serliga í Norra.

Trot er á handverkarum í Føroyum í einamest byggivinnuni, tí so nógvir føroyskir handverkarar starvast uttanlands – serliga í Norra.

Eyðgunn Samuelsen, javnaðartingkvinna, vísti í tinginum í gjár á, at bara átta lærlingar eru tiknir inn í byggivinnuni í ár, og at tað er alt ov lítið.

Samstundis saknaði hon, at landsstýrið tekur ítøkilig stig, so fleiri lærupláss fáast í lag innan handverksvinnurnar.

 

Hoyr samrøðuna við Eyðgunn Samuelsen við at trýsta pílin undir myndini.