Tríggjar tropiskar ódnir liggja nú í eini røð í Atlantshavinum og hótta land og fólk Ódnin Gustav, sum kom yvir býin Cocodrie í statinum Louisiana seinnapartin í gjár, er nú minkað í styrki til ein storm í røðini, sum rópt verður ?tropiskt lágtrýst?. Hetta merkir, at stóra styrkin, sum ódnin hevði, nú er burtur, eftir at hon kom inn yvir landið.
Tríggjar ódnir liggja annars í eini røð í Atlantshavinum, soleiðis sum kortið vísir.
Hesar eru Hanna, sum í gjár gjørdist til eina orkan við vindmegi upp í 155 kilometrar um tíman. Hanna var í dag í ein útsynning úr Bahamas.
Sambært veðurfrøðingum er væntandi, at Hanna fer at raka eysturstrondina av Florida næstu dagarnar við orkanmegi.
Líkt er ikki til, at orkantíðin í Atlantshavinum, sum varar frá juni til november, er av við ódnini Hanna, tí í hølunum á henni tók tropiski stormurin Ike seg upp.
Sambært fyribils forsagnum fer Ike at raka Karibiu við endan av hesi vikuni.
Í dag siga veðurfrøðingar aftur frá einum tropiskum lágtrýsti, Tropical Depression Ten, sum byrjaði út fyri afrikansku suðurstrondini og nú liggur út fyri Kap Verde-oyggjunum.
Hesin stormurin flytir seg nú vesturyvir móti Meksikanska Golfinum, og væntandi er, at stormurin veksur í styrki.
Hendan ódnin fær navnið Josefina.