Melduródnin Gonu er væntandi at raka Oman mikudagin- Hetta er onki minni enn tað ið nevnt verður ein super cyklon, ið er orsakað av óvanligum lágtrýsti. Føroyingar eru í Oman Á heimasíðuni dmi.dk sæst, at melduródnin Gonu er sera hørð og hevði týsdagin eina ferð uppá 240 km/t og nærum 300 km/t í hvirlunum og er tropisk melduródn í bólki 4.
Vandi er fyri, at ódnin gerst harðari og kemur í hægsta bólk fyri melduródnir, bólk 5. Tá hon rakar Oman mikudagin verður hon væntandi komin niður aftur á 170 km/t, sæmbart DMI.
Tropiskar melduródnir eru ikki vanligar á leiðini við Oman. Gonu er neyvan vælkomin í Oman, við nógva vindinum og avfallinum, ið hon hevur við sær. Jørðin er turr í Oman í summarhálvuni og tá nógva avfallið rakar turru jørðina treingur vatnið ikki niður, men tað er sum at sletta vatn á gás. Vandi er tí fyri vatnflóð.
Júst hvussu nógvir føroyingar eru staddir í Oman í løtuni er ilt at siga, men tað vóru avvarðandi hjá einum føroyingi, sum er í arbeiðsørindum í Oman, sum gjørdu portalin varugan við tíðindini um Gonu, og sambært føroyinginum í Oman, so veit hann um eini tvær aðrar føroyskar familjur, sum eisini eru í landinum.