Tropisk melduródn móti Oman

Melduródnin Gonu fer væntandi at raka Oman mikudagin. Hetta er ein super cyklon, ið kemur orsakað av óvanligum lágtrýsti. Á heimasíðuni dmi.dk sæst, at melduródnin Gonu er sera hørð og týsdagin nærkaðist ferðin 300 km/t í hvirlunum og er tropisk melduródn í bólki 4. Vandi er fyri, at ódnin gerst harðari og kemur í hægsta bólk fyri melduródnir, bólk 5. Tá hon rakar Oman mikudagin verður hon væntandi komin niður aftur á 170 km/t. Føroyingar eru staddir í Oman í løtuni, men júst hvar er ilt at siga. Tað vóru avvarðandi hjá einum føroyingi, sum er í arbeiðsørindum í Oman, sum gjørdu okkum varugan við tíðindini um Gonu, og honum eru eini tvær aðrar føroyskar familjur eisini í landinum.