Tropisk ódn á veg ímóti Japan

Í morginári kemur tropiska ódnin Ma-on inn at oyggjunum Kyushu og Shikoku, sum eru har suðuri í Japan, og veðurmenninir siga, at hon kemur við nógvum vindi, gloprarregni og brimi. Mitt í ódnini verður vindferðin upp ímóti 45 metrum um sekundið. Í hvirlunum kann vindferðin koma upp í 60 metrar um sekundið, og so harðar hvirlur kunnu gera skaða á trø og bygningar.

Veðurmenninir høvdu væntað, at ódnin fór at halda leiðina fram norður ígjøgnum landið, men Ma-on broytir kós og fer ímóti høvuðsstaðnum Tokyo. Har kunnu fólk so ugga seg við, at sambært veðurmonnunum minkar vindurin eitt sindur, men veðurmenninir siga, at vindurin verður kortini so mikið nógvur, at hann kann gera skaða í høvuðsstaðnum eisini.