Varðagøta í Havn er ein av gøtunum við rættiliga nógvari ferðslu ávís tíðarskeið á degi og harav fylgjandi ferðsluproppum. Í morgun var aftur galið.
Serliga ringt er tað tíðliga um morgunin og nakað út á fyrrapartin, tá børn fara í skúla, barnagarð ella vøggustovun.
Hetta hevur verið til ampa og illneitan hjá mongum bilførara, og tað er ikki frítt at hesir viðhvørt gera vart við seg á røttum staði.
Soleiðis var eisini fyrrapartin í dag, tá løgreglan fekk fráboðan frá einum bilførara á einum lastbili. Hesin ætlaði sær framvið økinum við Nunnuskúlan, men tað slapp hann ikki. Orsøkin var bilar, ið stóðu illa parkeraðir ella beinleiðis skeivt parkeraðir.
Júst her eru parkeringsviðurskiftini ikki eins góð og onkra aðrastaðni, og tí kemur tað meiri enn so fyri, at ferðslan steðgar meiri ella minni upp.
Bussar hjá Bussleiðini koyra eisini oman eftir hesum vegastrekkinum, og merkja helst eisini til somu trupulleikar.
Onkur hevur skotið upp, at ein kundi havt einvegis ferðslu oman eftir hesum vegnum í ávísum tíðarbilum. Men enn er hetta bert hugsan og ynski.
(Mynd: Ein rólig fyrrapartsløta í Varðagøtu. Hevði myndin verið tikin 2 tímar fyrri, var ikki vist at myndamaðurin hevði fingið sama motiv, orsakað av øllum teimum mongu bilunum sum koyra eftir hesum vegastrekkinum um 8-tíðina hvønn einasta geransidag. (Mynd: Jens Kristian Vang))