Trongligt umborð á Silja Star

Nú meðan Teistin er á beding at fáa skift høvuðsmotorar, og Ternan tí røkir siglingina um Skopunarfjørð, flytir Silja Star nólsoyingar og onnur ferðafólk um Nólsoyarfjørð.

Til farmaflutning kemur Sam úr Norðoyggjum hvønn týsdag og hósdag at taka sær av tí, sum Silja Star ikki megnar.

Men at Silja Star ikki er bygd sum strandfaraskip fekst sjón fyri søgn nú ein dagin. Heilar tríggjar mammur við barnavognum skuldu til Nólsoyar sama túr, og tá var trongligt inni í ovaru salongini.

Sum myndin vísir, mátti triði barnavognurin standa úti á dekkinum, og tað var eitt sindur óheppi, tí tað sirmaði.

Ikki fyri at taka nakað frá Silju Star. Hon er frálíkt far um Nólsoyarfjørð í einari neyðstøðu, men ikki ætlað sum strandfaraskip.