Trongligt á keiøkinum

Økið á Vestaru kei í Klaksvík gerst bara alsamt meiri og meiri trongligt. Heini í Marknagili, avgreiðslumaður á Skipafelagnum Føroyar í Klaksvík fílist á arbeiðsumstøðurnar


Klaksvík: - Verður hetta ferðin á samfelagnum, so má eitt ella annað gerast, sigur Heini í Marknagili.
- Her er alt ov trongligt á keiøkinum, og harafturat er so nógv ferðsla her eisini. Tað er sera vandamikið, tí at førarin á tí stóra trukkinum merkir ikki, um hann tekur í ein persónbil. Tað kann standast størsti skaði av hesum, heldur Heini fram.
- Tann nýggi trukkurin setur sera stór krøv til keiøkið, við tað at vektin er so øgilig. Trukkurin og ein av teimum stóru bingjunum viga um hundrað tons, sigur Heini.
Skipafelagið hevur eitt øki á keiini til at seta bingjur. Heini dylur ikki yvir, at nú tað nýggja kryvjivirkið eisini er har, versna umstøðurnar uppaftur meira.
Arbeitt verður í løtuni við at gera eina góðshavn norði í Ánunum, men Heini sigur, at tað letur til at har er langt eftir á mál.
Skipafelagið fekk tann stóra trukkin í fjør summar. Hann er ein stórur fyrimunur. Arbeiðið gongur dupult so skjótt nú. Áðrenn høvdu teir ein síðulyftara, sum bæði tók nógv pláss, og tað tók longri tíð at arbeiða við honum.
- Ynskið hjá okkum er, at fáa víðari ræsur, sigur Heini í Marknagili at enda.

Verður ikki gjørt meir
- Tað gerst ikki meir við keiøkið á Vestaru bryggju, sigur Torleif Sigurðsson, formaður í Havnanevndini í Klaksvíkar Býráð. ? Har er sera trongligt, men tað ber ikki til at blíva við at byggja út. Heldur haldi eg, at Skipafelagið skal til rættisleggja teirra arbeiði betur, heldur Torleif fram.
- Tað nyttar onki at nýta keiøkið, sum eitt bingjudepot.
Torleif vísir annars á, at teir arbeiða av øllum alvi við at finna tað fíggjarliga grundarlagið til at gera Góðshavnina norðuri í Ánunum lidna.
- Tað fer væntandi at kosta umleið 20 milliónir afturat tí, sum er gjørt.
- Eg harmist um, at Góðshavnin nústani kemur. Um tað hevði verið klárt fyrr, ivist eg ikki í, at til dømis tað nýggja kryvjivirkið hevði staðið har og ikki inni í Klaksvík, sigur Torleif Sigurðsson.
- Tað er trongt í Klaksvík og tí haldi eg, at tað er gott, at tað verður gjørt ein Góðshavn uttanfyri, tað er ikki rætt at blíva við at byggja út inni í Klaksvík. Ein annar stórur fyrimunur við góðshavnini er, at øll tey stóru skipini, sum koma til Føroyar kunnu leggja at har. Har verður eitt dýpi upp á tólv metrar fram við kei-kantinum, sigur Torleif, sum at enda leggur dent á, at samstarvið millum Klaksvíkar Havn og Skipafelagið er avbera gott.

Myndatekstur: Heini í Marknagili á Skipafelagnum í Klaksvík.