Kaj er føddur hin 13. januar 1949 á Brekkunum í Trongisvági. Hann er sonur Frits og Henrikku Mortensen.
Hann gekk í skúla á Tvøroyri, og sum 15 ára gamal fór hann í summarfrítíðini til skips fyri fyrstu ferð við Westward Ho. Hetta kveikti áhugan hjá honum fyri sjónum, og eftir at hava siglt við ymsum bátum m.ø. við Gudmundi av Tvøroyri saman við pápa sínum, fór hann til Havnar á navigatørskúla og gjørdist skipsførari á jólum 1972. Hann fór at sigla úti í stóru verð, til hann í 1976 gjørdist fyrsti skipari umborð á nýggja vaktar- og bjargingarskipinum Tjaldrið.
Í 1984 fór Kaj upp á land at arbeiða fyri landsskúlafyrisitingina. Tó slepti hann ikki sambandi við fiskivinnuna, tí hann arbeiddi burturav innan fiskivinnuøkjum. Hann hevur arbeitt í Fiskimálaráðnum í nógv ár, bæði sum fulltrúi og aðalstjóri í fiskivinnumálum, og arbeiðir hann í dag í Uttanríkisráðnum. Í hesum sambandi er hann komin víða runt í heiminum, tá fiskivinnusamráðingar hava staðið á skránni.
Kaj er giftur við Sigrun Mortensen, f. Jacobsen, úr Havn á 35 ári og saman eiga tey 4 børn og eitt abbabarn.
Kaj verður burturstaddur á 60 ára degnum.










