Trongdi til

Í HB-leguni var lagið sjálvandi í topp eftir dystin.
- Hetta var akkurát tað, sum vit trongdu til. Tapið á Eiði sveið fast, og tí vóru vit allir sum ein samdir um, at hetta skuldi vaskast av okkum í dag, segði Vagnur Mohr Mortensen, sum allan dystin var í miðverjuni hjá HB.
Men hvat var tað so, sum riggaði í dag í mun til mikukvøldið?
- Eg haldi, at vit hava havt kensluna av hesum líka síðani mikukvøldið. Tað er fullkomuliga óhoyrt hjá HB í nýggjari tíð, at vit tvær ferðir hava lagt rygg til slík stórtap sum tey móti B36 og EB/Streymi. Fyri okkum sjálvar, leiðsluna og áskoðarar  ja fyri felagið sum heild máttu vit prógva, at vit duga meira enn hatta, og tað riggaði eisini. Eg haldi, at allir vóru topptendraðir frá fyrsta bríksli, og skjóta málið hjálpir sjálvandi eisini til í so máta. Og tá klaksvíkingarnir samstundis ikki vóru heilt so klárir, so gekk tað, sum tað gekk.
- Eg haldi, at vit mest sum alla tíðina høvdu fult tamarhald á. Teir hava kanska einstakar kjansir, sum tó ikki eru av tí stóra slagnum, og hinvegin skora vit upp á tað mesta hjá okkum, og effektivitetur er jú altíð ein dygd.
Og nú er málið væl at halda fast í silvurmerkjunum og harvið europiskum fótbólti komandi kappingarár?
- Enn hava vit so ein møguleika fyri gullinum, tó at hesin er lítil. So leingi hann er har, so stríðast vit sjálvandi fyri hesum, men silvurið skulu vit so í øllum førum hava, segði Vagnur.