Árligi bókadagurin, sum var hildin í Norðurlandahúsinum í gjár, var enn einaferð dømi um, at tað er idealisma heldur enn vanligt vit og skil, sum fær fólk at orka at fáast við at geva bøkur út í Føroyum. Á pallborðsfundinum var breið semja um, at umstøðurnar hjá bókaútgávu í Føroyum ofta eru ósømiliga trongar, men kortini hava útgávurnar í ár verið bæði nógvar og fjølbroyttar. Harumframt sá eitt megnar orðabókaverk eisini dagsins ljós hetta bókaárið.
Trong kor
Á pallborðsfundinum um korini hjá bókaútgávu í Føroyum stóðst kjakið mest um, hvørt bókaútgáva skal verða alment stuðlað, og í hvønn mun stuðulin, sum verður latin, er kappingaravlagandi. Helena Dam á Neystabø, sum umboðaði Føroya skúlabókagrunn, legði áherðslu á, at heldur enn at illneitast inn á hvørt annað, áttu bókaforløg í Føroyum í felag roynt at arbeitt fyri, at bókaútgáva sum heild fekk størri peningaupphæddir at arbeiða við.
Í løtuni sær tað út til, at tað bert eru barna- ungdóms- og skúlabókaútgávur, sum so dánt hóra undan fíggjarliga, meðan fagurfrøðiliga økið til vaksin er við skerdan lut. Ein orsøk kann vera, helt Justinus Eidesgaard, at ein grunnur sum Mentanargrunnur Landsins hevur alt ov nógv ymisk øki at varða av. Hann sá fyri sær ein munagóðan grunn, sum hevði til uppgávu at fíggja bókaútgávur og onki annað. Í sama viðfangi nevndi hann, at í staðin fyri at tøva í sama gamla grenjinum um, at føroyski bókamarknaðurin er so lítil, áttu vit eisini at vent eyguni úteftir og lagt okkum eftir at stuðla týðingum fyri á tann hátt at víðka um marknaðin.
Ótroyttiligt arbeiði
At bókaútgávur í Føroyum ofta eru úrslit av óvanligum eldhuga heldur enn umstøðum, var nýggja Íslendska-Føroyska eitt gott dømi um. Eftir meir enn 10 ára arbeiði og mest at kalla uttan fíggjarligan stuðul, var løtan umsíðir komin í gjár, tá hetta stóra verkið kundi leggjast fram alment. Tað er íslendingurin og føroyavinurin Jón Hilmar Magnussen, sum hevur gjørt bókina, men uttan ótroyttiliga arbeiðið hjá vinmanninum Dáva Jacobsen at fáa hana rættlisna, hevði hon neyvan verðið veruleiki.