Tað sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn, og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum.
Nógv kjak hevur verið um at flyta býráðssalin av Vaglinum í saltsiluna á Vestaruvág.
Býráðslimir fyri Tjóðveldi hava ikki tikið undir við hesum – og á býráðsfundi í mikudagin, staðfesti Tróndur Sigurðsson, at hann tekur heldur ikki undir við, at tað verður gjørt, í hvussu so er ikki í bæði.
Tórshavnar Býráð hevur samtykt at játta 3,5 milliónir til at leggja dekk í siluna, og seinni skal býráðið so taka støðu til, hvat silan skal brúkast til.
Stjórnin í Tórshavnar Býráð mælir til at øll fyrisitingin hjá Tórshavnar Býráð flytir í́ Sjóvinnuhúsið og at nýggjur býráðssalur verður gjørdur ovast í siluni.
Tað fer at kosta einar 20 milliónir krónur.
Ein meiriluti í Vinnunevndini, nevniliga Sjúrður Olsen, Tróndur Sigurðsson, Halla Samuelsen og Sigrún Mohr taka undir við, at Tórshavnar kommuna ”sleppur at leiga hølir í Sjóvinnuhúsinum samsvarandi tilmælinum hjá stjórnini”, sum tað stendur skrivað.
Samstundis tekur meiriluti í fíggjarnevndini, Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Sjúrður Olsen og Annfinn Brekkstein, undir við tilmælinum.
Tróndur Sigurðsson leggur dent á, tað verður ongin býráðssalur gjørdur í saltsiluni hetta næsta árið
Um tað verður einaferð í framtíðini, at býráðssalurin fluttur, kann takast upp til viðgerar.
Men hann heldur, at hasi hølini í saltsiluni eru so serstøk, at tey skunnu brúkast til so nógv spennandi endamál, at tað er bara hugflogið, sum setir markið.
Hetta ørkymlaði býráðslimir, tí teir førdu fram, at Tróndur Sigurðsson hevur tikið undir við ætlanini, bæði í vinnunevndini, og í fíggjarnevndini.
Men Tróndur Sigurðsson leggur dent á, at hann hevur bara tikið undir við at býráðið sleppur at leiga, kemur tað har til.
- Skulu samtyktirnar skiljast soleiðis, at eg taki undir við tilmælinum frá stjórnini um at flyta býráðssalin, havi eg misskilt málið, leggur hann afturat.
Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi, sigur, at tað reingist ikki, at umsitingin í Tórshavnar Býráð arbeiðir við eini ætlan um at flyta býráðssalin í saltsiluna, og tað, býráðið hevur samtykt, er at leggja dekk í, soleiðis at býráðssalurin kann gerast.
Og soleiðis sum tað er orðað, hava bæði vinnunevndin og fíggjarnevndin samtykt tað, staðfestir Jógvan Arge.
Eisini aðrir býráðslimir í meirilutanum tvíhalda um, at tað, býráðið hevur samtykt, er bara at leggja dekk í siluna, og ikki at flyta býráðssalin.