Tróndur Mikkelsen skorar mál uppá samliband í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Í dag skoraði Tróndur ikki færri enn 15 av 33 málum, tá lið hansara, Ryger Stavanger vann 33-28 á Bergen á heimavølli í Stavanger. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.
Julian J. Kragesteen var ikki millum málskjúttarnar hjá Ryger hesaferð.
Ryger er nummar seks í deildini við 14 stigum fyri 11 dystir. Tó eru bert tvey stig upp til Sandefjord sum er næstfremst við 16 stigum.
Komandi sunnudag spælir Ryger á útivølli móti Nøtterøy.