Tróndur tilnevndur tónleikavirðisløn

Tróndur Bogason er tilnevndur til tónleikavirðislønina hjá Nordiske Råd fyri tónleikaverk sítt, ið nevnist Barbara.

Tróndur Bogason er tilnevndur til tónleikavirðislønina hjá Nordiske Råd fyri tónleikaverk sítt, ið nevnist Barbara.

- Eg varð fyrst ringdur upp av ráðnum, tí tey vildu hava eitt kopi av tónleikinum, tí tað finnst ikki á fløgu, og tað vóru ikki øll í ráðnum, sum høvdu hoyrt tað, sigur Tróndur Bogason, ið einari videosamrøðu á norden.dk.

Tvær vikur seinni fekk hann síðani at vita at hann var tilnevndur til tónleikavirðislønina.

Hansara tónleikaverk er bygt upp á ein hátt, har tað er nógvur ymiskur tónleikur, í allur fer fram í sama rúmi. Tað eru fýra siðbundnir føroyskir kingosálmar, ið verða sungnir av einum kóri ella solisti, ið verða settir í ymiskum ljóðumhvørvið. Til tíðir er tað bert ein sálmur, meðan aðrar tíðir eru tað fleiri sálmar útyvir hvønnannan.

Tónleikaverk hansara, Barbara, er bygt uppá romanina hjá Jørgen-Franz Jacobsen um Barbaru, ið var ein lívsglað genta í Føroyum síðst í 1700 talinum. Barbara hevði havt fleiri menn, ið allir vóru deyðir, tá hon giftist við einum presti, ið hevði ringt við at halda upp á hana.

- Tað snýr seg nógv um hvussu tað er at vera í einum lítlum samfelag, har man helst skal ansa eitt sindur eftir at man passar inn, sigur Tróndur.

Tróndur hevur vunnið fleiri virðislønir og var eisini tilnevndur til tónleikavirðislønina hjá Nordisk Råd fyri nøkrum árum síðani. Tá merkti hann væl at tað hevði nógv at siga fyri umtalu hansara at hann var tilnevndur, og at nógv arbeiðið stóð honum í boðið eftir hetta.

Tað eru 10 aðrið tónleikarir, ið eru tilnevndir saman við Tróndur Bogason, og hesir eru frá seks ymiskum londum. Vinnarin av tónleikavirðislønini verður funnin tann 29 oktobur.

Meira er at lesa um Tróndur og tilnevning hansara á norden.dk.