Føroyingaliðið í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, Ryger spældi í kvøld seinasta dystin í hesum árinum.
Ryger tók móti Sandefjord á heimavølli í Stavanger.
Sandefjord vann dystin sannførandi 33-25. Í steðginum var Sandefjord á odda 15-12.
Tað gekk tó persónliga væl hjá Tróndi Mikkelsen, ið var valdur til besta leikaran. Haraftrat gjørdist Tróndur enn einaferð toppskjútti hjá Ryger, hesaferð við 10 málum.
Julian J. Kragesteen var ikki millum málskjúttarnar hjá Ryger hesaferð.
Ryger heldur jól og nýggjár á sætta plássinum í deildini við 16 stigum fyri 13 dystir. 10 stig eru upp til greiða oddaliðið, Viking TIF sum hevur 26 stig.
Kappingin í næstbestu norsku deildini byrjar aftur 18. januar.











