Tróndur Jensen verður aftur at síggja á miðvøllinum hjá HB. Tað tykist púra vist, at hann í næstum skrivar sáttmála við barndómsfelagið í Gundadali.
Tróndur Jensen er uppvaksin í HB, har hann spældi fram til 2014. Síðani fór hann av landinum at royna seg, men kom aftur í summar. Tá valdi hann at fara til AB, har hann hevur verið ein av lyklaspælarunum í bjargingini hjá argjamonnum í bestu deildini.
Tróndur Jensen hevur verið settur í samband við HB í eina tíð, so tað kemur ikki sum ein bumba í føroyska fótbóltsheiminum, at hann aftur verður at síggja í HB.










