Tróndur Patursson sýnir fram Í Gamla Seglhúsi

Sunnudagin letur upp listaframsýning við Tróndur Patursson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

 

Fernisering verður sunnudagin klokkan 16:00.

 

Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar málningar og hongur hon uppi fram til 22. januar 2023.

 

Opið er:

 

Mánadag tl fríggjadag 16:00 til 18:00 og Sunnudag 15:00 til 18:00.

 

Hjartaliga vælkomin!