Tróndur Mikkelsen heldur fram har sum hann slepti undan vetrarsteðginum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini fyri Viking.
Í dag gjørdist Tróndur toppskjútti hjá Viking Stavanger í grannauppgerðini móti Stavanger. Tróndur skoraði 10 mál í dystinum. Jónas G. Djurhuus skoraði trý mál og Helgi H. Hoydal skoraði tvey mál fyri Viking í dagsins dysti.
Viking vann dystin 32-22, men í fyrra hálvleiki gekk ikki so væl í hond. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14. Í seinna hálvleiki gekk framúr væl hjá Viking.
Viking er nummar trý í deildini við 15 stigum. Trý stig eru upp til oddaliðið, Sandnes.
Komandi sunnudag spælir Viking á útivølli móti botnliðnum, Herulf Moss sum er aftast í deildini við bert tveimum stigum.