HB hevur í dag kunngjørt, at Tróndur Jensen er aftur í felagnum. Hann hevur seinasta kappingarárið spælt við NSÍ.
Tað hevur leingi ljóðað, at miðvallarin verður aftur at síggja í Gundadali, men tað hevur verið ein kapping millum B36 og HB, ið bæði hava víst honum áhuga. B36 vann millum annað kappingina um Magnus Egilsson, ið er komin aftur úr Íslandi.
Tróndur Jensen er nýggjur á miðjuni hjá HB, meðan René Shaki Joensen er farin til KÍ.