Tróndur hevur skotið 110 mál í 15 dystum

Tróndur Mikkelsen er triðbesti málskjúttin í næstbestu norsku hondbóltsdeildini

Í mongum dystum er Tróndur Mikkelsen toppskjútti hjá Ryger Stavanger í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Tróndur hevur spælt 15 av teimum 17 dystunum Ryger Stavanger hevur spælt í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, og sigast má, at tað hevur gingið framúr væl hjá honum. 

 

Tróndur hevur skotið 110 mál í hesum fimtan dystunum. Tað eru 7,3 mál í gjøgnumsnitt. Tróndur hevur skotið 90 mál í opnum spæli, og 20 mál við brotskøstum.

 

Kjetil Åndal sum spælir við oddaliðnum, Viking TIF er toppskjútti í deildini við 134 málum, men hann hevur spælt tveir dystir fleiri enn Tróndur.

 

Næstovast á listanum er Rasmus Carlsen hjá Bergen, ið hevur skotið 118 mál í 17 dystum.

 

Næstbesti málskjúttin hjá Ryger, Jesper Røisland hevur skotið 75 mál í 17 dystum. Tað eru 4,4 mál í gjøgnumsnitt. 

 

Teis Horn Rasmussen sum spælir við Follo er nummar 23 á listanum. Teis hevur skotið 67 mál í 17 dystum. Tað eru 3,9 mál í gjøgnumsnitt.