Tróndur Bogason vann fyri løtu síðani FMA virðislønina fyri ársins framleiðara.
Millum tær fløgurnar, ið Tróndur Bogason hevur framleitt seinasta árið eru Bridges og Slør hjá songkvinnuni Eivør.
Hann vann virðislønina í kapping við Bunkarin, Kaj Johannesen, Jákup Zachariassen og Jens L. Thomsen.
Tróndur Bogason varð eisini tilnevndur til virðislønina í fjør, men tapti tá móti Janus Rasmussen.