Tróndardagur í Norðragøtu

Tað hendir nógv í Gøtu í hesum døgum. Umframt G! Festivalin, varð Tróndardagur eisini hildin í dag

Tróndardagur er ein fólkafundur sum varð hildin í gamla býlinginum í Norðragøtu.

 

Tríggir røðarar: Tummas Kannuberg, prestur, Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, verkfrøðingur og Jacob Vestergaard, politikari, hugleiddu um Trónd í Gøtu.  

 

 

 

Víkingar vitjaðu eisini, so høvið var at síggja og hvussu lívið var á Tróndar døgum við amboðum, handverki og spølum. Á keiini bjóðaði kappróðrarfelagið Tindur inn um gátt at síggja róðrarbátarnar í neystinum.

 

 

 

Gøtu Fornminnissavni var opið og hópin av gomlum lutum vóru sýndir fram. Í Glyvrahanusarhúsinum høvdu hjúnini Anja Klæmintsdóttir Jacobsen og Sam Jacobsen framsýning av málningum. 

 

Ókeypis ponyríðing var til børnini.

 

Endað varð við sálminum Givnir eru englar góðir og føroyskum dansi

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##