Trond heldur tað var á góðari leið

Fyrrverandi álopsmaðurin á FM liðnum hjá TB er nú liðleiðari, og hann heldur avrikið í Runavík at vera á góðari leið

TB

Trond Nolsøe var saman við tvíburðabeiggjanum Ásmundi eitt av kendu nøvnunum á góða TB liðnum, sum miðskeiðis í sjeyti árunum vann tvey FM og fram í áttati árini var við til at seta dám á kappingina.
Í Runavík var Trond Nolsøe liðleiðari, og hóast TB í evstu løtu misti tvey stig, so heldur hann, at teir á Tvøroyri kunnu vera nøgdir:
- Vit vórðu kroystir í 2. hálvleiki, og hóast NSÍ ikki megnaði at spæla seg til upplagdar møguleikar, so lá tað í luftini, at teir kundu fáa mál. Eg haldi tað var eitt sindur bíligt, tá ið vit mistu ein mann, og tað gjørdi ikki støðna betri. Men soleiðis vísir tað seg ofta, at luturin hjá teimum veikaru er. At vit vóru noyddir at gera fleiri broytingar orsaka av skaðum sást aftur. So alt í alt eiga vit at vera nøgdir við, at vit hesa ferð fingu eitt stig, heldur TB veteranurin Trond Nolsøe.
Næsta ættarliðið hjá gomlu TB meistarunum er um at koma fyri seg. Hesa ferð var ein, sum eitur Niels Rødgaard settur á vøllin. Hann er sonur John Rødgaard, sum var sera stinnur á TB miðvøllinum í sjeyti árunum.