Tromsø á veg í finaluna

Flogbóltsfelagið Tromsø, har tveir føroyskir spælarar royna seg, vann fyrru hálvfinaluna og skal í morgin taka seinni stigið í finaluna um norska meistaraheitið

Flogbóltur

Rúni Weihe og Bárður Bendix Mikkelsen hava annað beinið í finaluni um norska meistaraheitið í flogbólti.
Farna vikuskiftið spældi Tromsø fyrru hálvfinaluna ímóti Nyborg úr Bergen, og tað eyndaðist liðnum hjá teimum føroysku spælarunum at vinna útidystin 3-1.
Tromsø byrjaði dystin illa og tapti fyrsta settið 25-19. Men so kom vend í. Rúni og Bárður løgdu fyri við góðum servum, og tá ið blokkurin eisini kom á rætta lagið, vendi Tromsø dystinum. Næsta settið vann Tromsø heili 25-12.
Í triðja og fjórða setti var munandi tættari, men Tromsø var frammanfyri meginpartin av hesum settum, og teir kláraðu eisini at hála sigurin í land við 25-22 og 25-23.
Seinna hálvfinalan ímóti Nyborg verður leygardagin, og hesaferð spæla Rúni, Bárður og liðfelagarnir á heimavølli.