Leygarkvøldið hevði føroyska útisetafelagið í norskum flogbólti, Tromsø, vitjan at Førde VK.
Tromsø fekk fyri stuttum enn eitt føroyskt ískoyti, tá Magnus Aðalsteinsson varð settur sum venjari, og sum skilst, so hava spælararnir tikið væl ímóti nýggja venjaranum.
Úrslitið leygarkvøldið var eisini gott, tí hóast Tromsø byrjaði dystin stak illa, so fekk liðið kortini stigini til høldar. Fyrsta setti varð annars tapt so ruddiliga, men spakuliga komu spælararnir veruliga ígongd, og so var einki at gera hjá gestunum. Teir royndu at svara aftur í triða settinum, men tá Tromsø eisini tók hetta, var leyst og liðugt.