BK Tromsø hevði eitt misjavnt vikuskiftið í norsku flogbóltskappingini. Tveir dystir vóru á skránni, og leygardagin var liðið hjá Rúna Weihe og Bárður B. Mikkelsen í Tróndheim og spældi ímóti Dragvoll.
Hendan dystin manglaði BK Tromsø Rúna Weihe og tveir aðrar lyklaspælarar, men teir megnaðu tó at hála ein tepran 3-2 sigur í land.
Settúrslitini vóru: 18-25, 25-23, 25-22, 21-25 og 7-15.
Taptu toppdyst
Sunnudagin var toppdystur ímóti Kristianssund á skránni. Hesaferð var Rúni viðaftur, men tað eydnaðist ikki Tromsø at gera nakað við sterka oddaliðið, sum vann dystin 3-0. Settúrslitini vóru: 25-20, 25-18 og 25-19.
Heimasíðan hjá BK Tromsø skrivar, at liðið hevði ikki ein av sínum bestu døgum hendan. Spælararnir gjørdu nógvar servufeilir og kláraðu ikki at leggja trýst á liðið úr Kristianssund.
Næsti dystur hjá BK Tromsø verður um vikuskiftið ímóti Oslo Volley.