Tromsø klárt til hálvfinalur

Flogbóltsliðið Tromsø vann um vikuskiftið teir báðar seinastu dystirnar í grundspælinum. Liðið hjá Rúna Weihe og Bárður B. Mikkelsen er nú klárt til hálvfinalurnar

Tromsø endaði sum nummar 2 í grundspælinum í bestu norsku flogbóltsdeldini hjá monnum.
Um vikuskiftið vóru tveir teir seinastu dystirnir í grundspælinum á skránni, og Tromsø vann báðar dystirnar.
Leygardagin var mótstøðuliðið Førde, og Tromsø vann tryggan 3-0 sigur. Settúrslitini vóru 25-22, 26-24 og 25-19.
Servurnar vóru góðar, og álopsspælið gekk væl í hesum dystinum.
Sunnudagin spældi Tromsø í Bergen, har mótstøðuliðið var Nyborg. Hendan dystin vann Tromsø 3-1 við settúrslitunum 21-25,25-11, 25-19 og 25-18.
Eftir eitt vánaligt fyrsta sett, tók Tromsø sær um reiggj og sat fullkomiliga á restini av dystinum.

Klárir til hálvfinalur
Tromsø endaði sum nummar 2 í grundspælinum. Bara Kristiansund var frammanfyri liðið hjá Rúna Weihe og Bárður Bendix Mikkelsen.
Harvið er Tromsø komið beinleiðis í hálvfinalurnar, og Tromsø skal spæla ímóti vinnaranum av dystinum ímillum Randaberg og Nyborg.
Fyrra hálvfinalan hjá Tromsø verður á útivølli 11. mars.