Útisetar
Fyri stuttum vann Tromsø annars hampuliga tryggan 3-1 sigur á heimavølli móti Førde, men teir báðir, Bárður B. Mikkelsen og Rúni Weihe staðfesta tó, at teir eisini roknaðu við truplari uppgávu hesafeðr.
Úrslitið av dystinum leygardagin varð ein 3-2 sigur til Tromsø, sum vann vit settunum 25-23, 21-25, 17-25, 25-18, 13-15.
Sagt verður í norskum miðlum, at serliga Rúni Weihe hevði stóran týdning, tá dysturin varð vendur eftir laka fyrsta settið. Síðani leikaði javnt á, og serliga seinasta settið varð ein ordans gysari. Tromsø loyvdi sær enntá at gera servufeil, tá teir áttu fyrsta dystarbóltin, men teir megnaðu kortini at koyra settið heim, tá Førde servaði.