Tromsø flúgvandi

Rúni Weihe tykist vera partur av sterkasta norska flogbóltsliðnum í deildini

flogbóltur

Ikki kann sigast annað enn, at tað í løtuni gongst væl hjá Rúna Weihe, sum undan hesum kappingarárinum gjørdi av at fara til Noregs at royna flogbóltseydnuna.
Liðið hjá Rúna, BK Tromsø, verður mett sum eitt hitt sterkasta í kappingini, og enn hava so eingi tekin verið um, at hesin spádómurin ikki skal halda.
Hetta vikuskiftið leikti Tromsø á heimavølli móti Dragvoll, og her gjørdist talan um ein ruddiligan sigur. 25-15, 25-21 og 25-21 vóru settúrslitini hjá Tromsø, og sambært Rúna, so var tað rættiliga skjótt greitt, hvønn vegin tað bar.
Serliga fyrsta settið var munurin stórur, men tá Tromsø so seinni ikki legði eins nógv fyri, so slapp Dragvoll eisini at spæla við, men í vanda kom sigurin hjá heimaliðnum ongantíð.
Tromsø er nú á 2. plássinum í norsku kappingini, men hetta gevur ikki heilt røttu myndina. Orsakað av europeisku uppgávunum hjá liðnum , hava teir ikki færri enn fýra dystir til góðar sammett við oddaliðið, og munurin upp her er ikki meira enn tvey stig. So enn bendir alt á, at Føroyar eisini koma at hava ein norskan meistara í flogbólti innan alt ov langa tíð.