Tað hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgnið, og soleiðis verður vónandi eisini teir næstu dagarnar.
- Seinastu dagarnar eru upptøkur gjørdar ymsastaðni í Havn til Trom-filmin, og einaferð í dag verða eisini upptøkur gjørdar Millum Horna.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn fer løgreglan helst at kunna um upptøkurnar Millum Horna á sínari Facebook-síðu.
Talan verður um upptøkur við húsini Millum Horna 20.
- Her verða eitt nú sløkkiliðsbilar á staðnum. So, um fólk síggja, at okkurt gongur fyri seg á júst hesi adressu, er talan um upptøkur, sigur vaktleiðarin.











