##med2##
Tað heldur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.
– Tað eru so nógv dømi um tað, at fólk leita sær til støð, har ávísir filmar eru upptiknir. Vit kunnu bara nevnda eitt nú »Lord of the Rings« í New Zealandi ellal »Games of Thrones« í Íslandi. Í Hetlandi høvdu eisini eisini eina røð, sum var tikin upp har, og tað gav teimum vøkstur í ferðafólkatali, segði Guðrið Højgaard í samrøðu við FM1 á middegi.
Hon vísir á, at tað er kent, at fólk fegin vilja hoyra fleiri søgur um støð, har ið filmar eru tiknir upp, og hon kann ímynda sær, at tað eisini fer at henda í Føroyum, um sjónvarpsrøðin er góð, og tað væntar hon, at hon verður.
Trýstið á pílin undir myndir fyri at hoyra samrøðuna við Guðrið Højgaard.