Toymið handan TROM-filmsverkætlanina fegnast, nú landsstýrið er vorðið samt um at játta pening til verkætlanina, soleiðis at til ber at taka sendirøðina upp í Føroyum.
– Tað er hetta, sum vit hava ætlað og vónað allatíðina. Men vit bíða enn eftir tí formella, sigur Jón Hammer, framleiðari, í samrøðu við FM1.
Hann sigur, at tað sær lovandi út fyri, at tað sendirøðin verður tikin upp í Føroyum. Ætlanin er at fara í holt við upptøkurnar í mars 2021.
Hoyr alla samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Jón Hammer í tíðindunum á FM1 í gjár, við at trýsta á pílin undir myndini.