Trolvirkið Bergið er nú partur av Vónin Group

- Eg haldi, at avgerðin um at leggja saman við P/F Vónini fyrst í hesum árinum, var skilagóð. Eitt slíkt samstarv tænir okkum ikki minst í felags innkeypi, soleiðis at rávøran verður bíligari, sum aftur kemur skipunum til góðar. Tað sigur stjórin, Dan Thomsen, sum framvegis eigur 60% av partapeninginum í felagnum. Hann leggur dent á, at Trolvirkið Bergið og Vónin verða rikin sum tvey sjálvstøðug virkir – við hvør sínari leiðslu

Trolvirkið Bergið

Sp/F Trolvirkið Bergið í Hvalba hevur tilsamans 18 ár á baki. Tað vóru Norðberg-menninir við Janusi Norðberg á odda, sum í síni tíð fóru undir hetta virksemið, men fyri 10 árum síðan keyptu Dan Thomsen og Bogi Mortensen felagið. Fyri fimm árum síðan keypti Dan eisini partin hjá Boga, og síðan hevur Dan Thomsen verið einsamallur eigari av virkseminum.
Fyrst í hesum árinum vórðu eigaraviðurskiftini í felagnum aftur broytt, og hesaferð var tað P/F Vónin, sum keypti 40% av partapeninginum, meðan Dan framvegis eigur tey 60%.
Trolvirkið Bergið í Hvalba er soleiðis ein partur av Vónin Group í dag, men verður burtur av rikið úr Suðuroy – meira og minni sum ein familjufyritøka.
Dan Thomsen er stjóri í felagnum, meðan sonur hansara, Regin Thomsen, tekur sær av tí fíggjarliga partinum, eitt nú innkeypi og sølu.

Djúpvatnstrolarar
- Tað eru serliga djúpvatnstrolararnir í oynni, sum eru og hava verið ein stórur partur av grundarlagnum undir virkinum, men vit hava eisini framleitt trol til teir smáu trolbátarnar og til partrolarar. Ein partur av okkara framleiðslu er seldur norður um Suðuroyarfjørð, eitt nú í Vágar og aðrastaðni. Aftrat hesum hava vit eisini selt okkurt trol niður til Danmarkar, sum føroyingar, ið sigla har niðri, hava umbiðið. Hetta eru trol til smáar trolbátar, og vit hava skilt, at teir eru ógvuliga væl nøgdir við reiðskapin, sum vit hava latið teimum.
Stjórin, Dan Thomsen, sigur, at tá ið felagið luttók á Fish Fair í Havn næstsíðsta summar, vitjaðu nógv fólk inni á básinum.
- Nógvir spurdu seg fyri um okkara trol, og tað vóru eisini teir, sum bíløgdu trol hjá okkum á sjálvari stevnuni, sigur hann.

Klaga ikki
Stjórin sigur, at søla av trolreiðskapi í ein ávísan mun er knýtt at árstíðini, men hann heldur fyri, at teir ikki skulu klaga.
- Vit hava havt nógv at gera – og hava verið væl koyrandi her suðuri, sum hann tekur til.
Spurdur, hvussu tað ber til, at tað hevur gingið so væl at hildið upp á bátarnar í oynni, nú ikki færri enn tvey trolvirki norðanfjørðs kappast sínámillum - og við lutfalsliga lítla virkið í Hvalba, sigur hann:
- Jú, eg skilji ógvuliga væl teir, sum eiga hesi skipini. Suðuroyggin liggur burtur frá hinum oyggjunum, og her kunnu skipini fáa ta tænastu, sum tey ynskja sær – og tá ið tey ynskja hana.
Hann vísir á, at teir, sum reka Trolvirkið Bergið, altíð eru tøkir til hjálpar, tá ið tað er neyðugt, bæði vanligar gerandisdagar, leygardagar og sunnudagar.
- Skipini kunnu altíð ringja til okkara og siga, at tey hava gloymt hetta ella hatta – ella hava brúk fyri eini ella aðrari hjálp, og so gera vit tað, sum liggur í okkara makt fyri at hjálpa teimum avstað aftur. Jú, tað er avgjørt ein fyrimunur fyri trolaraflotan her í oynni, at Trolvirkið Bergið er í Hvalba.

Fólk til hjálpar
Dan sigur, at ymiskt er gjøgnum árið, hvussu nógv tey hava at gera á virkinum, men oftast er mest at gera frá heystinum og út í mars og apríl.
- Tá ið minst er at gera, eru vit eini fýra fólk til arbeiðis, og tá ið mest er, eru vit eini átta. Vit hava eisini notið gott av skúlaungdóminum í økinum, sum er oførur at hjálpa til, tá ið nógv er at gera, og okkurt er, sum tey kunnu hjálpa okkum við.
Trolvirkið Bergið húsast í egnum hølum dygst við bryggjukantin í Hvalba.
- Hetta er eitt gamalt hús, og vit kundu ynskt okkum, at umstøðurnar vóru betur. Arbeiðshølini eru í tveimum hæddum, har hvør hæddin er umleið 18x12 fermetrar.
Í aðrari grein á hesi opnuni greiðir stjórin frá, at felagið hevur í hyggju at byggja sær nýggj, størri og meira nútímans høli til trolframleiðsluna, men skulu hesar ætlanir fremjast í verki, er ynskiligt, at vinnulívið í Hvalba og fólkið í økinum sum heild fær eitt betri og meira tíðarhóskandi tunnilssamband innan alt ov langa tíð.

Hørð kapping
Eins og P/F Vónin segði í samrøðuni, vit høvdu við felagið í næstsíðstu viku – og P/F Føroya Trol segði í samrøðu við Sosialin í síðstu viku, ásannar stjórin á Trolvirkinum Berginum á, at kappingin á trolmarknaðinum seinastu tíðina er vorðin ógvuliga hørð.
- Eg vil siga tað soleiðis, at teir prísir, vit hava á marknaðinum í dag, als ikki eru realistiskir. Hetta eru "kunstigir" prísir, nú kappingin á marknaðinum er vorðin so hørð. Prísirnir, sum vit síggja í løtuni, kann einki virki liva við í longdini. Tí vænti eg ikki, at prísirnir koma at halda sær leingi, har teir eru.
Dan sigur seg vænta, at prísirnir fara at stabilisera seg aftur á einum hægri støði sum frá líður.
- Føroyski trolmarknaðurin er lutfalsliga lítil. Hann fer ikki at veksa, men heldur at minka frameftir, soleiðis sum niðurskurðir á hvørjum ári verða framdir í fiskidøgum. Í dag hava vit trý trolvirki, sum eg haldi vera ov nógv til verandi føroyska marknaðin.
Hinvegin, heldur stjórin, at ilt er at spáa um, hvussu gongdin verður, tí tað vísir seg, at hugurin at leggja saman er stórur.
- Tí kann væntast, at bíleggingarnar í framtíðini verða færri – og størri, og spurningurin er eisini, hvør í longdini verður knýttur at hvørjum, sigur Dan.

Skilagóð avgerð
- Eg haldi, at avgerðin um at leggja saman við P/F Vónini fyrst í hesum árinum, soleiðis at Trolvirkið Bergið nú er ein partur av Vónin Group, var skilagóð.
Stjórin heldur tað vera umráðandi, at vit hava ein stóran føroyskan "risa" á marknaðinum – og ikki minst, nú P/F Føroya Trol hevur knýtt seg at íslendska risanum, Hampiðjan.
- Eitt slíkt samstarv tænir okkum ikki minst í felags innkeypi, soleiðis at rávøran verður bíligari, sum aftur kemur skipunum til góðar.
Dan Thomsen leggur tó dent á, at P/F Vónin og Sp/F Trolvirkið Bergið verða rikin sum tvey sjálvstøðug virkir – við hvør sínari leiðslu.
- Okkara virksemi verður stýrt úr Hvalba, leggur stjórin, sum framvegis eigur 60% av partapeninginum í Sp/F Berginum, dent á.