Fyrstu tríggjar mánaðirnar av hesum árinum hava tey havt úr at gera á Vónini, og tað er serliga útlendski marknaðurin, sum hevur bankað á dyrnar hjá føroyska veitaranum - Vit hava havt fimm stór pelagisk trol til eitt felag í Hálandi, og vit skulu eisini gera eitt russiskt skip út við pelagiskum troli og posa. Hetta eru øll skip, sum fiska í chilenskum sjógvi, og veiðan er rossamakrelur.
Hjalmar H. Petersen, stjóri á Vónini, sigur, at umframt eftirspurningin eftir pelagisku trolunum, hevur felagið eisini havt úr at gera við at framleiða nýggja rækjutrolið ? Vónin 2007 ? til grønlendsku rækjuvinnuna.
- Vit hava ment eitt nýtt design saman við føroyskum rækjumonnum, og tað vísir seg, at rættiliga stórur áhugi er fyri hesum troli.
Hann sigur, at rækjutrolarin í Kollafirði, Arctic Viking og Fríborg í Leirvík, hava fiskað við hesum trolum, og royndirnar hava verið so góðar, at aðrir eisini hava viljað havt hesi trol.
- Nýggju trolini komu á marknaðin í fjør, og Arctic Viking var hin fyrsti, sum royndi tey. Teir hava eisini verið við í menningini av trolunum, sum nú hava sligið so væl ígjøgnum, at ein stórur partur av grønlendska rækjuflotranum eisini hevur tey, sigur hann.
Fyrimunirnir við nýggju rækjutrolunum er, at tey eru lættari at tóga, og tey hava eisini betri samband við botnin, enn tey gomlu høvdu.
- Trolini fiska væl og við tað, at tey eru lættari at tóga, verður oljunýtslan hjá skipunum eisini minni, sigur stjórin.
Neyðugt hevur verið hjá Vónini at tikið eykafólk í arbeiði í hesi tíðini, nú so nógv hevur verið at gera.
Eini 100 fólk arbeiða i løtuni hjá Vónin Group, sum hevur virkir í Føroyum, Grønlandi og Ný Foundlandi.